Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/19/2025 | Press release | Distributed by Public on 09/19/2025 14:21

Uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum verður longt

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, hevur Í samráð við danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum, avgjørt at leingja uppihaldsgrundarlagið hjá ukrainum í Føroyum, sum eru riknir úr Ukraina og hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Útlit eru ikki fyri, at kríggið í Ukraina endar í næstum, og tí er tørvur á, at leingja tíðarskeiðið, ukrainarnir kunnu verða í Føroyum. Føroya Landsstýrið metir tí, at Føroyar eiga at geva burturriknu ukrainunum møguleika at verða verandi í Føroyum í eina tíð afturat. Uppihaldsgrundarlagið verður longt til tann 17. mars 2027.

Útlendingastovan upplýsir, at í alt 252 ukrainar hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini. Nøkur av hesum eru farin av landinum aftur. Í løtuni eru umleið 186 ukrainar í Føroyum, 106 kvinnur, 27 menn og 53 børn.

Kunngerðin um at leingja uppihaldsgrundarlagið hjá burturriknu ukrainunum í Føroyum kemur í gildi tann 20. september 2025.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on September 19, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on September 19, 2025 at 20:21 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]