Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/02/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/02/2025 08:03

Nýggj kommunulæknaviðtala í Tórshavn í 2026

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er gjørt av at raðfesta eina nýggja kommunulæknaviðtalu, sum letur upp seint í komandi ári.

Tørvurin á nýggjari kommunulæknaviðtalu er størstur í Tórshavn. Í dag eru útvið 800 borgarar í Havn, sum ikki hava fastan kommunulækna. Samanborið við restina av landinum er miðaltalið av borgarum fyri hvørja viðtalu hægst í Heilsuøki 4, ið fevnir um Havnina og Sandoynna. Tí er gjørt av, at nýggja kommunulæknaviðtalan skal vera í Tórshavn.

Tað er alneyðugt at seta eina nýggja kommunulæknaviðtalu á stovn í Tórshavn, har tørvurin er størstur, og har alt ov nógvir borgarar í dag standa uttan fastan kommunulækna. Hetta er eisini ein liður í at styrkja heilsutænasturnar í nærumhvørvinum sum heild og at tryggja, at vit koma nærri tí málinum, at hvør kommunulækni hevur ein hóskandi stóran borgaraskara knýttan at sær. Soleiðis tryggja vit bæði borgarum og læknum betri umstøður.
Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna í heilsumálum

At seta fleiri kommunulæknaviðtalur á stovn, er ein liður í arbeiðinum at styrkja og framtíðartryggja heilsutænasturnar nær borgarunum. Endamálið við nýggju Løgtingslógini um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarum, er at veita fólki fleiri og betri heilsutænastur kring landið, og so nær teimum sum møguligt.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 02, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 02, 2025 at 14:04 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]