05/19/2026 | Press release | Distributed by Public on 05/19/2026 14:02
Eitt týðandi átak í heildarverkætlanini, Harðskapur í parlagi og nærsambondum 2023-2028, er átak 12. Endamálið við átaki 12 er at tryggja, at fakfólk fáa førleika innan harðskap og harðskapsdynamikkir, læra uppsporandi arbeiði, fáa eyga á harðskapin og kunna veita hjálp og stuðul til harðskapsrakt. Fakbólkarnir, talan er um, eru lærarar, námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar. Nú verður læra um harðskap partur av viðkomandi føroysku útbúgvingunum.
Kvinnuhúsið, serliga Vitandepilin í Kvinnuhúsinum, spælir ein avgerandi leiklut í hesum arbeiðinum, og í 2025 fór Sig frá-verkætlanin, saman við teimum, undir samstarv við føroysku útbúgvingarstovnarnar fyri at fáa gongd á átak 12. Undirtøkan vísti seg beinanvegin at vera sera góð, so næsta stigið varð at fáa harðskapsfakligheitina flættaða inn í útbúgvingarnar.
Longu í februar mánað í ár var klárt at flætta harðskapsfakligheit í útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á Setrinum, galdandi frá august í 2026. Samstundis fór Kvinnuhúsið undir at undirvísa lesandi, har lagt er upp til samstarv millum harðskapsfakliga førleikan í Kvinnuhúsinum og undirvísarar á viðkomandi útbúgvingum. Tí hava bæði sjúkrarøktarfrøðilesandi og námsfrøðilesandi á Setrinum og heilsuhjálparalesandi og námsfrøðihjálparalesandi á Heilsuskúla Føroya longu nú fingið undirvísing innan harðskapsøkið. Undirvísingartilfar er tøkt í okkara grannalondum, og er avtala gjørd um at fáa hetta lagað til føroysk viðurskiftir. Tey lesandi vísa hesi undirvísing stóran ans og geva væl aftur við bæði spurningum, refleksiónum og áhuga.
Málið við átaki 12 er sum sagt at tryggja, at lesandi á nevndu útbúgvingum fáa neyðugt innlit í harðskapsøkið, soleiðis at tey sum útbúgvin fakfólk hava førleika at eyðmerkja og hjálpa harðskapsraktum. Soleiðis kunnu tey lofta harðskapsraktum samfelagsborgarum í Føroyum við hjálp og stuðli og vísa teimum til neyðugu hjálpina fyri at koma burtur úr harðskapinum.
Fá meira at vita um heildarverkætlanina, Harðskapur í parlagi og nærsambondum 2023-2028, HER.