02/26/2026 | Press release | Distributed by Public on 02/26/2026 08:48
Føroyar hava formansskapin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2026. Í hesum sambandi skipar Tilfeingis- og vinnumálaráðið fyri verkstovu um skipaða nýtslu av sjóøkjum (marine spatial planning) í Norðurlandahúsinum mikudagin 11. mars 2026.
Áhugin at nýta sjóøkir til ymisk endamál er vaksandi - eitt nú til aling, fiskivinnu, grøna orkuframleiðslu og friðing av økjum. Samstundis er plássið avmarkað, og tørvur er á at samskipa ymisk áhugamál og tryggja, at virksemið fer fram á burðardyggan hátt og við hóskandi fyriliti fyri náttúru og umhvørvi.
Í fleiri norðurlondum verður arbeitt miðvíst við at skipa og leggja ætlanir fyri nýtslu av sjóøkinum. Hetta fyri at:
Í Føroyum kenna vit longu til samspælið millum ymisk áhugamál á sjónum, eitt nú í sambandi við aling, fiskivinnu og royndir við sjóvarfalsorku. Spurningurin um, hvussu vit skipa framtíðar nýtsluna av sjóøkinum, verður tí alsamt meira viðkomandi.
Á verkstovuni 11. mars verður evnið sett í brennidepilin.
Eftir framløgurnar fara luttakararnir at arbeiða í bólkum og skifta orð um, hvussu Norðurlendska Ráðharraráðið kann stuðla undir víðari menning av arbeiðinum við skipaðari nýtslu av sjóøkinum í Norðurlondum.
Verkstovan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum 11. mars kl. 08.30-12.00.
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg her ella umvegis QR-koduna niðanfyri.
Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 9. mars kl. 12.00.