Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

01/08/2025 | Press release | Distributed by Public on 01/08/2025 12:46

Nýggj kunngerð um filmsstuðul sett í gildi

Nýggj kunngerð um stuðul til film er lýst og sett í gildi. Kunngerðin leggur tær heimildir, ið áður hava ligið hjá politisku skipanini til Mentanargrunn Landsins at umsita. Kunngerðin tryggjar armslongdarmeginregluna, sum skrivað stendur í samgonguskjalinum. Mentanargrunnur Landsins fer tí framyvir at taka avgerðir um filmsstuðul eftir tilmæli frá tveimum ráðgevum, sum Felagið Føroysk Filmsfólk og Filmshúsið hava tilmælt.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. oyramerktar til filmsstuðul.

Eg fegnist um, at tað frameftir verða sakkunnleikin og óheftni, ið fara at umsita filmsstuðlinum. Vit hava fyrr verið vitni til, at politiska skipanin hevur blandað seg í, hvør skal fáa filmsstuðul og ikki. Tílík venja kann virka stýrandi fyri umsøkjararnar. Listin skal stuðlast og ikki stýrast, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.